Tað liggur nú fast nær føroyska manslandsliðið í hondbólti skal spæla tveir Play Off dystir móti Bosnia Hersogovina, har samlaði vinnarin vinnur seg til HM-endaspælið í Týsklandi.
Føroyar leggja fyri á útivølli mikudagin 13. mai í Sarajevo. Dysturin byrjar klokkan 16 føroyska tíð. Tað er klokkan 17 bosniska tíð.
Tríggjar dagar seinni, leygarkvøldið klokkan 19 verður seinni dysturin leiktur við í høllini við Tjarnir.
Lítið er at ivast í, at tað verður útselt til dystin við Tjarnir.











