Í kvøld klokkan 18.30 spælir føroyska kvinnulandsliðið fyrsta dystin í hesari HM-undankappingini.
Dysturin verður á útivølli móti Grikkalandi. Dysturin verður leiktur í Heraklion. Triðja liðið í bólkinum er Georgia.
Tá liðini hittust í EM-undankappingini í 2024 taptu Føroyar 0-2 á heimavølli og 0-1 á útivølli.
Grikkaland hevur ein risastóran favorittleiklut hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á grikskan heimasigur liggja millum 1,06 og 1,14.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 6,25 og 9,66.
Oddsini upp á føroyskan útisigur liggja millum 15,00 og 19,00.
HER eru oddsini:
##med2##











