HM: Spania sum Føroyar møta um fimm dagar tapti fyri Ungarn

Talan gjørdist um eitt greitt tap

Mynd: Spanska hondbóltssambandið

Komandi fríggjakvøld klokkan 19.30 spælir føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti annan dystin í innleiðandi bólki D í HM-endaspælinum í Trier í Týsklandi. 

 

Dysturin verður móti Spania, ið hevur tikið lut í Posten Cup farnu dagarnar fyri at spæla tríggjar dystir undan HM-endaspælinum. 

 

Hóskvøldið spældi Spania móti vertstjóðini, Noregi, og tað gekk av skriðuni. Noreg vann stórsigur 41-19 á Spania. Í steðginum var Noreg á odda 23-6.

 

Ígjár reisti Spania seg við einum 29-27 sigri á Serbia. Í steðginum var Serbia á odda 15-13.

 

Í dag tapti Spania greitt 28-37 fyri Ungarn. Í steðginum var Ungarn á odda 19-13.

 

Elba Alvarez við seks málum, og Anne Erauskin við fimm málum vóru fremstu málskjúttarnir hjá Spania. 

 

Spania verður greiður favorittur móti Føroyum. Men tær hava ikki somu ræðandi styrkina sum Noreg, Frakland, Danmark, Svøríki og Ungarn. Tí eru góðar vónir fyri, at okkara kunnu fáa eitt líkinda úrslit móti Spania komandi fríggjakvøld. 

 

Mynd: Spanska hondbóltssambandið