– Eg njóti at vera í Føroyum – bæði í sól og regni.
– Okkara felags trygd í kongaríkinum – sæð í ljósinum av hóttanini úr Russlandi – ger, at vit skulu samstarva enn tættari bæði við Føroyar og Grønland, skrivar Troels Lund Poulsen á Facebook.
Hann greiðir frá, at hann hevur hitt føroysku landsstýriskvinnuna í uttanríkis- og vinnumálum, »Sigrid Stenberg«, hóast hon eitur Sirið Stenberg.
Um fundin skrivar hann, at tey høvdu »en god drøftelse af vores fælles prioriteter«.
Hann skrivar eisini um vitjanina hjá Mest:
– Eg sá eisini ta imponerandi føroysku MEST skipasmiðjuna, sum ynskir tættari samstarv við donsku verjuna um millum annað viðlíkahaldsuppgávur hjá donsku sjóverjuni.
– Vit hava seinastu tíðina tikið nógvar týdningarmiklar avgerðir fyri at økja um trygdina í Arktis og Norðuratlantshavi. Nú arbeiða vit málrættað við at fáa umsett allar hesar avtalur til ítøkiligar handlingar. Tað styrkir okkara felags trygd í einum ófriðarligum heimi.
Takk fyri eina góða vitjan – og gott vikuskifti til øll.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##















