HM: Systur Ronaldo sigur at hann gevst á landsliðnum

Høvuðspersónurin sjálvur er tó ikki líka greiður um málið

Mynd: Ritzau Scanpix

Ígjár skrivaði systur Cristiano Ronaldo, ið eitur Katia Aveiro: - Sambært mínum upplýsingum, so kunnu tit byrja at siga farvæl. Tað verður ikki í dag, men eg vænti, at hetta verður eitt farvæl til landsliðið. Sambært eini álítandi keldu verður HM seinasti dansurin hjá honum. Skrivaði Katia Aveiro. 

 

Høvuðspersónurin sjálvur er tó ikki líka greiður um málið. Cristiano Ronaldo segði við miðilin, A Bola aftaná 2-1 sigurin á Kroatia í HM-sekstandapartsfinaluni: - Framtíðin hjá mær er ikki so týdningarmikil júst nú. Eg fari at røða um hetta. Eg fái tíð til tað, óannsæð um vit vinna ella tapa, so fari eg at tosa við familju mína, og so fari eg at taka tað røttu avgerðina. Eg taki ikki longur avgerðir beint aftaná ein dyst. Nú skal vera friður um avgerðirnar. Nú snýr tað seg um at njóta sigurin. Sigur Ronaldo. 

 

Mánakvøldið klokkan 20 spæla Portugal og Spania HM-áttandapartsfinalu á AT&T leikvøllinum í Arlington í Texas.

 

-------------

 

HER  ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londun

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix