Hví skulu summi gjalda til fleiri eftirlønarskipanir?

Tað vil Beinir Johannesen, løgtingsmaður, hava Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarálum, at greiða frá

Beinir Johannesen hevur sett landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum ein grein 52a fyrispurning um undantak sambært eftirlønarlógini.

Spurningar hansara eru soljóðandi:

1. Hvørjar eftirlønarskipanir uttanlands eru undantiknar sambært eftirlønarlógini?

2. Hvussu metir TAKS um, hvør skipan er nøktandi?

3. Hví verða borgarar kravdir eftir eftirlønargjaldi í Føroyum, hóast teir gjalda til nøktandi eftirlønarskipan uttanlands?

Í viðmerking til fyrispurningin vísir Beinir Johannesen á, at sambært eftirlønarlógini, so skulu øll tey, ið eru skattskyldug í Føroyum, spara saman til egna eftirløn. Tað er nú í 2026 komið á eitt lógarásett gjald á 12% av A-inntøkuni.

– Tó eru tað undantøk, ið verða nevnd, har tað ásetta prosentgjaldið ikki verður rindað av. Eitt nú er tað í § 3, nr. 18 har tað stendur:

»Inntøka frá arbeiði fyri arbeiðsgevara við heimstaði uttanlands, um løntakarin antin rindar til NAV ella hevur eina eftirlønarskipan uttanlands, sum TAKS metir er

nøktandi. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um, hvat er at meta sum nøktandi

eftirlønarskipan uttanlands.«

– Hóast hesa áseting, so eru dømir um føroyingar, ið sigla undir DIS, ið gjalda inn til donsku skipanina PFA, ið eisini verða kravdir eftir at gjalda inn í føroysku eftirlønarskipanina, hóast eftirlønarlógin sigur, at hesi fáa undantak at gjalda ásetta gjaldið í § 2, stk. 1, tá teirra skipan er mett sum nøktandi.

– Tað tykist undarligt, at hóast lógin greitt sigur, at tey, ið eru undantikin í § 3 at gjalda sambært § 2, stk. 1, hóast alt verða kravd eftir eftirlønargjaldi, sigur Beinir Johannesen, løgtingsmaður.

Landsstýriskvinnan hevur nú tvær vikur at svara spurningunum.