Vivaldi – Tær fýra árstíðirnar

Fuglasongur, ódnarveður, summarhiti og vetrarkuldi verða til tónleik, tá ið Alissa Margulis við ljómliði hevur konsert í Norðurlandahúsinum leygardagin 14. februar kl. 16.

Hvussu ljóða árstíðirnar, tá ið tær verða umskaptar til tónar? Fyri 300 árum síðan gav Vivaldi okkum eitt svar upp á henda spurningin, sum framvegis kennist viðkomandi. Í hansara heimskenda verki Tær fýra árstíðirnar hoyrast ikki bara violin og orkestur, men fuglar, tora, blaktrandi hiti og bítandi kuldi. Tónleikur, ið manar fram myndir, huglag og veðurfyribrigdi so týðiliga, at mann næstan følir tað.

Til ber at hoyra verkið í Norðurlandahúsinum leygardagin, tá ið Alissa Margulis framførir við einum ljómliði við føroyskum og útlendskum tónleikarum, sum geva tónunum hjá Vivaldi nærveru og herðing í kamarstíli.

Eisini á skránni verður Souvenir de Florence eftir Pjotr Tjajkovskij – eitt fjálgt, lagvakurt kamarverk, sum tónaskaldið skrivaði eftir at hava vitjað Italia.

##med2##

 

Atgongumerki kunnu keypast á nlh.fo