Løgtingsvalið fall á 30. apríl, tá samgongan hjá Edmund Joensen millum Sambandsflokkinum, Fólkaflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Verkamannafylkingina slitnaði í 1998.
Fyrst í desember í 1997 fór Sjálvsstýrisflokkurin úr landsstýrinum, eftir at Edmund Joensen, løgmaður, hevði koyrt Sámal Petur í Grund frá sum landsstýrismann. Hetta var fyrstu ferð, at eitt landsstýrisfólk varð koyrt frá – og tað kundi Edmund Joensen gera sambært nýggju stýrisskipanarlógini, sum kom í gildi í 1995.
Valið fall á 30. apríl.
Og hetta valið førdi til stórar broytingar. Sambandsflokkurin tapti valið og mistið 5,4 prosentstig, meðan Fólkaflokkurin vann 5,3 prosentstig. Men størstu framgongdina høvdu andstøðuflokkarnir. Tjóðveldisflokkurin fór 10,1 prosentstig fram og fekk 23,8 prosent. Javnaðarflokkurin, sum fekk ein syngjandi lúsing á valinum í 1994, tá hann fór úr 10 niður 5 tingsessir, gekk hesaferð 6,6 prosentstig fram fekk 7 tingsessir.
Fólkaflokkurin fekk 8 tingsessir, hóast hann hevði færri atkvøður enn Javnaðarflokkurin. Men tá varð valt í valdømum, har allir tingsessir ikki kostaðu eins nógvar atkvøður.
Talvan niðanfyri vísir valini í 1994 og í 1998:
##med2##
Í 2002 var løgtingsvalið aftur 30. apríl. Hesaferð var Sambandsflokkurin stóri vinnarin og gekk 8 prosentstig fram. Men fullveldissamgongan, sum varð skipað eftir valið í 1998 misti meirilutan. Men tá traðkaði Jens av Rana, einsamalli tingmaðurin hjá Miðflokkinum til og fór upp í samgonguna, sum soleiðis rakk 17 tingsessum.
Hendan samgongan slitnaði í desember í 2003 og løgtingsval varð skrivað út at vera 20. januar í 2004.
Hesi tingfólkini vórðu vald á ting í 30. apríl í 1998:
Norðoyggjar
- Anfinn Kallsberg (A)
- Jógvan við Keldu (A)
- Vilhelm Johannesen (C)
- Heini O. Heinesen (E)
Eysturoy
- Jógvan á Lakjuni (A)
- Dan Reinert Petersen (C)
- Signar á Brúnni (E)
- Edmund Joensen (B)
- Alfred Olsen (B)
- Sámál P. í Grund (D)
Norðstreymoy
- Jákup Suni Joensen (A)
- Hans Pauli Strøm (C)
- Jógvan Durhuus (E)
Suðurstreymoy
- Óli Breckmann (A)
- Bjarni Djurholm (A)
- Katrin Dahl Jacobsen (C)
- Kristian Magnussen (C)
- Anita á Fríðriksmørk (E)
- Høgni Hoydal (E)
- Finnbogi Ísakson (E)
- Jenis av Rana (H)
- Heðin Mortensen (B)
- Lisbeth L. Petersen (B)
- Helena D. á Neystabø (D)
Vágar
- Jørgen Niclasen (A)
- Marjus Dam (B)
Sandoy
- John Petersen (A)
- Páll á Reynatúgvu (E)
Suðuroy
- Jóannes Eidesgaard (C)
- Hendrik Old (C)
- Hergeir Nielsen (E)
- Flemming Mikkelsen (B)
Valúrslitið 30. apríl 2002:
##med3##
Hesi vórðu vald á ting 30. apríl í 2002:
Fólkaflokkurin
1 NO Anfinn Kallsberg
2 NO Jógvan við Keldu
3 EY Jógvan á Lakjuni
4 SS Óli Breckmann
5 SS Bjarni Djurholm
6 VA Jørgen Niclasen
7 NS Heðin Zachariasen
Sambandsflokkurin
1 EY Alfred Olsen
2 EY Edmund Joensen
3 NS Bárður Nielsen
4 SS Lisbeth Lindenskov Petersen
5 SS Heðin Mortensen
6 VA Marjus Dam
7 SU Johan Dahl
8 SS Kaj Leo Johannesen
Javnaðarflokkurin
1 NO Vilhelm Johannesen
2 EY Andreas Petersen
3 SS Katrin Dahl Jacobsen
4 SA Gerhard Lognberg
5 SU Jóannes Eidesgaard
6 SU Hendrik Old
7 SS Kristian Magnussen
Sjálvstýrisflokkurin
1 EY Kári P. Højgaard
Tjóðveldisflokkurin
1 NO Heini O. Heinesen
2 EY Torbjørn Jacobsen
3 NS Niklái Petersen
4 SS Høgni Hoydal
5 SS Annita á Fríðriksmørk
6 SS Kristina Háfoss
7 SA Páll á Reynatúgvu
8 SU Hergeir Nielsen
Miðflokkurin
1 SS Jenis av Rana













