Í HØJ fegnast tey um at hava tryggjað sær Ísak Vedelsbøl

Ítróttarstjórin, Hans Lindberg hevur stórar forvæntningar til Ísak

Samansett mynd: HØJ

Hóast HØJ rættiliga óvæntað flutti niður úr bestu donsku hondbóltsdeildini, so avskrekkir tað ikki landsliðsleikaran, Ísak Vedelsbøl at skula spæla, ið hvussu er eitt kappingarár í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. 

 

Ísak hevur nevnliga gjørt ein trý ára sáttmála við HØJ.

 

Ítróttarstjórin, ið er stóra danska hondbóltslegendan av føroyskari ætt, Hans Lindberg fegnast, og hann hevur stórar forvæntningar til Ísak: - Ísak er ein ungur, kropsliga sterkur og ógvuliga málrættaður tvívegsleikari, ið longu hevur prógvað seg á altjóða støði, m.a. við at hava tikið lut í tveimum EM-endaspølum við føroyska landsliðnum í 2024 og 2026. Sigur Hans Lindberg við heimasíðu felagsins. 

 

Ísak kemur úr svenska felagnum, Sävehof sum komandi kappingarár - fyri fyrstu ferð síðani 2020 - má klára seg uttan nakran føroying í hópinum. Elias Ellefsen á Skipagøtu, Óli Mittún og Ísak Vedelsbøl hava allir avrikað væl fyri felagið undanfarnu seks kappingarárini.  

 

##med2##

 

Samansett mynd: HØJ

Samansett mynd: HØJ