Náttúruperla fær 975.000 krónur í stuðli

- Ósin í Skálafirði er spískamar og búøki hjá flytifuglum, fuglum í vetrarvist og staðbundnum fuglum. Ósin hevur samstundis týdning fyri frítíðarlív og upplivingar hjá borgarum

Á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu verður greitt frá einari náttúruperlu í kommununi, sum nú fær 975.000 krónur í norðurlendskum stuðli, og talan er um eitt øki í Skálafirði.

 

- Í ósanum í Skálafirði er eitt heilt serstakt fuglalív, eitt margfeldni sum trívist í flóð og fjøru, og sum vit vilja menna til frama fyri komandi ættarlið av fólki og fugli.

 

Soleiðis greiðir Sigrid Jensdóttir Dalsgaard, verkætlanarleiðari, frá á heimasíðuni hjá kommununi í dag.  

 

- Nordisk Ministerråd hevur játtað 975.000 krónur til verkætlanina, Náttúruperlan í Skálafirði. Stuðulin er latin eftir umsókn í Open Call: Local Synergy Projects under the Nordic Nature Programme 2026–2027.

 

Sigrid Jensdóttir Dalsgaard vísir á, at byrjanin til átakið var ein ástaðarfundur í 2024 saman við borgarum og hagastýrinum, har fuglakennarin, Silas Olofson, greiddi frá fuglalívinum í økinum og týdninginum av hesi náttúruperlu fyri lívfrøðiliga margfeldnið.

 

Luttakarnir á fundinum stuðlaðu hugskotinum, og tískil varð hetta gjørt til verkætlan, sum síðan var samtykt í tøkni- og umhvørvisnevndini og í býráðnum.

 

- Ósin er spískamar og búøki hjá flytifuglum, fuglum í vetrarvist og staðbundnum fuglum. Ósin hevur samstundis týdning fyri frítíðarlív og upplivingar hjá borgarum.

 

Hon vísir á, at seinastu árini er ferðslan í økinum vaksin, og hetta hevur havt avbjóðingar við sær fyri fuglalívið.

 

- Við verkætlanini verður arbeitt fram ímóti einari betri javnvág millum atkomu og náttúruvernd, so økið kann varðveitast og mennast.

 

Hon sigur, at við játtanini og viðurkenningini frá Nordisk Ministerråd verður nú farið undir hesa spennandi verkætlan, saman við borgarum í Skálafirði, hagastýri og serfrøðingum innan fuglar og plantur.

 

- Endamálið verður at menna og verja eitt av virðismiklu náttúruøkjunum í kommununi, sigur Sigrid Jensdóttir Dalsgaard, verkætlanarleiðari.