Ítróttardeildin hjá íslendska kringvarpinum, RÚV hevur sett eitt panel við 19 monnum og kvinnum við góðum skili fyri íslendskum fótbólti.
Uppgáva teirra var at velja 10 teir bestu útlendsku leikararnar í søguni hjá bestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Millum teir 10 kosnu er Gunnar Vatnhamar. 31 ára gamli leirvíkingurin hevur síðani 2023 spælt við Víkingi Reykjavík.
Gunnar er nummar 10 á listanum.
Fremst á listanum er danski áleyparin, Patrick Pedersen sum hevur skotið 134 mál í 207 dystum fyri Val síðani 2019.
HER sæst stóra yvirlitið hjá RÚV við greiningum um Gunnar og hinar níggju á listanum.
##med2##












