Landssjúkrahúsið skrivar, løgtingslimir, umboð frá trivnaðarnevndini í Løgtinginum, Krabbameinsfelagið, Sjúklingafelagið, kommunulæknar og onnur vóru millum áhoyrararnar.
Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, setti tiltakið, og síðani greiddu læknar, depilsleiðarar og stjórar frá verandi tiltøkum, raðfestingum og framtíðarætlanum á økinum.
Greitt varð eitt nú frá útgreiningareindini, um átøk innan sjúkustaðfesting, verkætlan um palliatión í Suðuroy, endurvenjing og endurmenning hjá krabbameinssjúklingum.
Fleiri tilmæli eftir krabbameinsætlanini frá 2022, eru partvíst ella sett heilt í verk.
- Krabbameinsøkið er eitt av størru økjunum í Sjúkrahúsverkinum, og starvsfólkið ger eitt ómetaliga stórt arbeiði. Hendan sjúkan rakar breitt og eru tað tí nógvir sjúklingar og avvarðandi, sum hava tørv á so stórari hjálp sum yvirhøvur gjørligt. Í Sjúkrahúsverkinum eru vit heppin, at vit hava nógv røsk og ágrýtin starvsfólk, sum hvønn dag leggja nógva orku í at hjálpa teimum raktu.
##med2##











