Íslendski forsetin vitjar Føroyar í juni

Almenn vitjan: Undir vitjanini hitta íslendsku forsetahjúnini landsstýrið, løgtingið, kommunur, almennar myndugleikar og føroyskar fyritøkur.

Forseti Íslands, Halla Tómasdóttir, og hjúnafelagi hennara, hr.  Björn Skúlason, koma til Føroya á almenna vitjan 22. til 24. juni 2026. Løgmaður er vertur fyri vitjanini.

 

Undir vitjanini hitta íslendsku forsetahjúnini landsstýrið, løgtingið, kommunur, almennar myndugleikar og føroyskar fyritøkur. Eisini verður almenn móttøka og almennur døgurði á skránni.

 

Meira kann lesast um íslendska forsetan her.

 

Nærri skrá fyri vitjanina verður kunngjørd seinni.

 

 

Um íslendska forsetan

 

Halla Tómasdóttir varð vald til forseta Íslands í 2024 og tók við embætinum 1. august 2024. Hon er útbúgvin innan vinnu og leiðslu og hevur starvast bæði í Íslandi og uttanlands.