Seinnapartin í gjár fekk løgreglan eina slíka fráboðan. Talan var um ein bilførara, sum koyrdi á vegastrekkinum úr Leynatunlinum og oman gjøgnum Kollfjarðardal.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tey, sum ringdu, søgdu, at bilførarin koyrdi óstøðugt á vegnum, og illgruni var tískil um, at hann kanska ikki var edrúur.
- Tá vit komu norður, var bilførarin farin inn á Effo-støðina í Kollafjarðardali, og her vísti tað seg, at alt var í lagi, og at bilførarin var edrúur.
Seinnapartin í gjár fekk løgreglan eisini eina fráboðan um ein bil, sum var uppsteðgaður í Norðoyatunlinum.
- Koplingin á bilinum var farin, men tað eydnaðist bilføraranum at koyra bilin út úr tunlinum - tó at tað tók sína tíð, visti løgreglan at siga í morgun.