Í gjár fekk løgreglan í Havn fráboðan um, at onkur hevði brotið inn í matsøluna Thai Style í Havn. Tað er thailendska matsølan, sum heldur til í 'Hvítukiosk', sum havnarfólk plagdu at siga. Tað er kioskin á horninum Sjúrðargøta-Hoydalsvegur yvir av Sjónleikarhúsinum.
Vaktleiðarin á politistøðini í Havn sigur, at tjóvarnir millum annað eru farnir við nakað av vekslipeningi.
– Vit vit hava funnið biologisk spor, sum nú verða kannað. Tey eru send til nærmari kanningar fyri DNA og annað, sigur vaktleiðarin.
Enn er eingin handtikin, men løgreglan bíðar nú eftir úrslitinum av teknisku kanningunum, sum kanska kunnu avdúka, hvør ella hvørjir tjóvarnir eru.











