Iranskir myndugleikar hava handtikið 38 fólk, sum eru undir illgruna fyri at hava samstarvað við Ísrael.
Tað siga iranskir miðlar í dag, og tað er tíðindastovan NTB, sum endurgevur.
Sambært almennum iranskum myndugleikum eru 20 fólk handtikin løgregluátaki í Vestur-Aserbadjan.
Hesi eru skuldsett fyri at hava sent hernaðarligar upplýsingar og upplýsingar, sum hava við landsins trygd at gera, til Ísrael.
Í minsta lagi 18 onnur eru handtikin fyri at hava sent myndir av støðum, sum Ísrael og USA hava bumbað, til Iran International.
Iran International er iransk tíðindatænasta, sum heldur til í London.
Tað er almenna iranska tíðindastovan, Tasnim, sum endurgevur iransku fregnartænastumyndugleikarnar.
Í januar í ár setti Iran forboð fyri samstarvi við Iran International, tí myndugleikarnir halda, at tíðindatænastan hevur tilknýti til Ísrael.











