Ein russiskur skipari á tangaskipinum "Sea Owl 1" er varðhaldsfongslaður í Svøríki í einum máli, har hann er undir illgruna fyri at hava brúkt følsk skjøl.
Tað upplýsir tíðindatænastan hjá svenska ákæruvaldinum fyri tíðindastovuni TT.
Myndugleikarnir fóru umborð á skipið hósdagin í Eystursjónum sunnan fyri Trelleborg í Skåne.
"Sea Owl 1" er undir illgruna fyri at sigla undir følskum flaggi og er á sanktiónslistanum hjá ES.
Skiparin varð handtikin fríggjadagin.
Ystad landsrætturin hevur avgjørt, at nóg mikið av grundgevingum eru fyri at halda skiparanum aftur.
Sambært svensku sjósverjuni hevur skipið seinastu árini flutt oljuvørur millum Russland og Brasil, skrivar TT.
Hetta er annað tangaskipið, sum svenska sjósverjan er farin umborð á í stutta tíð.
Í farnu viku fór sjóverjan umborð á farmaskipið "Caffa", sum var lastað við korni og var á veg til Sankta Pætursborg í Russlandi.
Sambært ukrainskum myndugleikum hevði skipið verið við til stuldur av korni av Krim-hálvoynni.
Skiparin á hesum skipinum er eisini varðhaldsfongslaður undir illgruna fyri at hava brúkt følsk skjøl.
Skipið hevur ikki fingið loyvi at fara úr Trelleborg, skrivar svenski miðilin SVT.
"Sea Owl 1" hevur heldur ikki loyvi at ferðast víðari. Svenska flutningsstýrið hevur sett siglingarbann móti skipinum.
"Sea Owl 1" er skrásett í Komoroyggjunum, sum er ein oyggjabólkur, sum liggur millum Madagaskar og afrikanska meginlandið.
/Ritzau/











