Tað skrivar iranska tíðindastovan Tasnim sambært AFP.
Sambært iransku kollveltingarhirðini høvdu skipini brotið galdandi reglur, sæð burtur frá ávaringum og siglt eftir einari ólógligari og ótryggari siglingarleið.
AFP skrivar, at enn er ógreitt, undir hvørjum flaggi skipini sigldu, og heldur ikki er greitt, um nakar er særdur.
Hendingin kemur eftir eina stutta tíð við lutfalsligum friði millum USA og Iran.
Fram til fríggjadagin í síðstu viku framdi amerikanska herleiðslan, Centcom, álop móti iranskum málum í 13 samdøgur á rað.
Iran blokeraði síðani í verki Hormuzsundið, sum er týdningarmesta siglingarleiðin fyri olju í heiminum.
Seint í gjárkvøldið hevði iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araqchi, telefonsamrøðu við uttanríkispolitiska leiðaran í ES, Kaju Kallas, um, hvussu spenningurin í økinum kann minkast.
Iranski varauttanríkisráðharrin, Kazem Gharibabadi, segði eisini í gjár, at Iran hevði lagt eina fyribils ætlan fyri Oman um at lata Hormuzsundið upp aftur.
USA vil hava frælsa sigling gjøgnum sundið, meðan Iran vil hava eftirlit við siglingini saman við Oman og krevja gjald frá skipum, sum sigla gjøgnum sundið.










