Tað sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn í morgun. Hann sigur, at løgreglan hevur ikki havt meira at gjørt enn eitt vanligt vikuskifti.
– Og tá samarittarnir so vóru ein tíma longri til arbeiðis í morgun, lætti tað enn meira um arbeiðið hjá løgregluni, sigur hann.
Samarittarnir taka sær í stóran mun av fólki, sum koma illa fyri, og av fólki, sum hava fingið ov nógv at drekka. Hetta er arbeiði, sum løgreglan áður tók sær av.










