Iranski leiðarin vil senda fíggindar landsins á havsins botn

Mojtaba Khamenei sigur, at ein nýggjur kapittul er byrjaður fyri Persaflógvan og Hormuzsundið

Skip í Hormuzsundinum. Mynd: Stringer/Reuters/Ritzau Scanpix

Fremmand vald, sum særa Iran, hoyra heima í havsins botni.

 

Tað sigur ovasti leiðarin í Iran, Mojtaba Khamenei, í eini skrivligari fráboðan, sum varð almannakunngjørd hósdagin, skrivar Reuters.

 

Hann tosaði um støðuna í serliga Persaflógvanum og Hormuzsundinum og legði dent á, at Iran fer at tryggja økið og steðga "fíggindans útnytting av sjóøkinum".

 

Mojtaba Khamenei heldur, at ein nýggjur kapittul er byrjaður fyri Persaflógvan og Hormuzsundið, eftir at kríggið við USA og Ísrael brast á seinast í februar.

 

Hormuzsundið hevur í stóran mun verið stongt fyri sivilum skipaferðslum, og tað hevur skapt stórar trupulleikar fyri olju- og gassframleiðandi londini í Persaflógvanum.

 

Sundið bindur Persaflógvan saman við restina av heimsins høvum.

 

/Ritzau/

 

Skip í Hormuzsundinum. Mynd: Stringer/Reuters/Ritzau Scanpix