- Ársins bátastevna fer av bakkastokki um tvær vikur. Sum vant síggja vit fram til eina spennandi skrá og nógvar gestir.
Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu.
- Eitt slík átak er drúgt at stápla upp á beinini, og fyrireikingarnar byrja longu í dag, 30. apríl.
Sagt verður úr Vestmanna, at í kvøld fara fólk at arbeiða niðri á havnalagnum, og hildið verður fram bæði í morgin og leygardagin.
- Fyri at alt skal ganga so væl sum gjørligt og fyri trygdina hjá teimum, sum arbeiða á økinum, verður heitt á bilførarar og akfør um ikki at koyra inn á økið.
Vit kunnu leggja aftrat, at ársins fyrsta bátastevna - bátafestivalurin á Toftum - verður nú leygardagin.










