Roykur sæst yvir iranska høvuðsstaðnum, Teheran, eftir at Ísrael fór undir nýggj álop sunnumorgunin. (Savnsmynd). - Mynd: Majid Asgaripour

Ísrael fremur álop í hjartanum av Teheran

Ísraelski herurin hevur seinasta samdøgrið framt álop fyri at ”slóða vegin til Teheran”, sigur herurin.

Roykur sæst yvir iranska høvuðsstaðnum, Teheran, eftir at Ísrael fór undir nýggj álop sunnumorgunin. (Savnsmynd). - Mynd: Majid Asgaripour

Ísraelski herurin boðar frá, at hann hevur sett álop á mál í hjartanum av iranska høvuðsstaðnum, Teheran.

Tað upplýsir tíðindastovan AFP.

– IDF (ísraelski herurin, red.) loypur á mál, sum hoyra til iransku yvirgangsstýrið í hjartanum av Teheran, sigur herurin.

– Seinasta samdøgrið hevur ísraelska flogverjan framt stór álop fyri at staðfesta loftyvirvág og fyri at slóða fyri Teheran, stendur víðari.

Í morgun skrivaði ein journalistur hjá AFP, at fleiri spreingingar vóru at hoyra í Teheran.

Ísrael fór í samstarvi við USA undir eitt stórt loftálop á Iran leygarmorgunin.

Leygarkvøldið segði ísraelski herurin, at álopið var tað størsta í søguni hjá flogverjuni.

Seinni varð í iranska almenna sjónvarpinum staðfest, at ovasti leiðarin í Iran, Ayatollah Ali Khamenei, varð dripin í einum álopi.

Iranska kollveltingarverjan, IRGC, hevur sagt, at tey fara at fremja harðlig hevndarálop móti Ísrael og amerikanskum herstøðum.

– Harðasta álopsátakið í søguni hjá vápnaðu herdeildunum hjá Islamiska Lýðveldinum Iran fer at byrja til eina og hvørja tíð, skrivaði IRGC á Telegram-boðtænastuni sunnukvøldið, sambært AFP.

Hetta hevur fingið amerikanska forsetan, Donald Trump, at ávara um harðligt aftursvar frá USA, um Iran tekur sína hóttan í álvara.

– Iran hevur júst boðað frá, at teir fara at sláa sera hart í dag, harðari enn nakrantíð áður, skrivar Trump í einum uppslagi á sínum sosiala miðli, Truth Social.

– Tað skulu tey ikki gera. Tí um tey gera tað, so sláa vit aftur við eini kraft, sum ongantíð hevur verið sædd áður, skrivar Trump.

Iranski herurin boðaði í morgun frá, at hann hevur lopið á amerikanskar støðir í irakiska Kurdistan-landslutinum og aðrastaðni í Miðeystri.

Sambært AFP hoyrdust spreingingar í Jerusalem í Ísrael, Dubai í Sameindu Arabisku Emiratunum, Doha í Qatar og Manama í Bahrain.

 

/Ritzau/

 

Roykur sæst yvir iranska høvuðsstaðnum, Teheran, eftir at Ísrael fór undir nýggj álop sunnumorgunin. (Savnsmynd). - Mynd: Majid Asgaripour