Seinasta avbjóðingin hjá Súnu K. Hansen undan báðum EM-undankappingardystunum móti Portugal í komandi viku var á skránni í dag.
Súna og liðfelagarnir í Skanderborg høvdu dyst á heimavølli í bestu donsku hondbóltsdeildini móti Bjerringbro.
Útiliðið vann dystin 35-29. Í steðginum var Bjerringbro frammanfyri við tveimum málum, 18-16.
Súna skoraði trý mál upp á átta málroyndir, og hon legði eisini upp til tvey mál (assist). Harumframt vann hon liðnum eitt brotskast.
Skanderborg er næstaftast í deildini við níggju stigum. Tvey stig aftanfyri Skanderborg er júst Bjerringbro. Tí var tað sera óheppið, at Skanderborg ikki fekk stig í hesum dystinum.











