Jarnbardur heldur fram í sama lagi

6-mannafør kvinnur: 23 sekund vóru frá vinnaranum úr høvuðsstaðnum og aftur til lokala báin, sum var næstfremstur

Fyrsti róðurin við 6-mannaførum við kvinnum vísti, at lagið er soleiðis, sum tað hevur verið nógvu tey undanfarnu árini. Jarnbardur er fullkomuliga suverenur.

 

Tað vóru bara heilt fá tøk tikin, tá ið Jarnbardur stakk seg framum hinar, og so økti Jarnbardur stútt og støðugt um munin ftur til hinar bátarnar. Tá ið Jarnbardur fór um málið, høvdu hinir bátarnir nógvar bátslongdir eftir at rógva.

 

Páll Fangi var næstfremstur. Hann var í stórari kapping við Hósvíking um silvurplássið. Tá ið teir fóru um málið, var Páll Fangi skutin undan Hósvíkingi.

 

 

 

1 Jarnbardur 05.29.17

 

2 Páll Fangi 05.52.29

 

3 Hósvíkingur 05.53.28

 

4 Lómur

 

5 Sjóherji