Jóan Símun heldur fram á Akureyri

Hetta verður triðja kappingarárið toftamaðurin roynir seg í íslendskum fótbólti

Tað verður ikki á hesum sinni, at 34 ára gamli landsliðsleikarin, Jóan Símun Edmundsson fer at royna seg í bestu føroysku fótbóltsdeildini.

 

Hann hevur nevnliga longt við KA í bestu íslendsku fótbóltsdeildini. Sáttmálan er galdandi fyri hetta kappingarárið. 

 

Hetta verður triðja kappingarárið Jóan Símun roynir seg í íslendskum fótbólti.

 

Í fjør skoraði Jóan Símun fýra mál fyri KA í bestu íslendsku deildini. 

 

Jóan Símun hevur áður roynt seg í enskum, norskum, donskum, týskum, belgiskum og norðurmakedonskum fótbólti.

 

Jóan Símun hevur leikt 98 A-landsdystir, ið er føroyskt met. Líkindini fyri, at hann verður tann fyrsti sum rundar 100 landsdystir eru góð.