Hvar verða jólini hildin í ár?
- Vit halda jól annaðhvørt ár saman við mínari familju og annaðhvørt ár saman við familjuni hjá konuni, og í ár verður tað saman við mínari familju.
Soleiðis sigur Jens Sivar Djurhuus.
Hvat verður etið um jólini?
- Vit eta dunnu jólaftan. Tað liggur fast. 1. og 2. jóladag er ikki nakað fast, men tað plagdi at vera okkurt gott - lambskjøt, oksakjøt ella fleskasteik.
Jens Sivar sigur, at 1. jóladag skal hann á vakt, og 2. jóladag verður hann ikki heima, tí vaktin er fýra samdøgur.
Hevur tú eitt jólagávuynski?
- Eg havi ikki nakað jólagávuynski, men vanliga fái eg klæðir frá konu og børnum, og tað eri eg glaður fyri, tí eg tími ikki at keypa klæðir, sigur hann.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Jólini koma altíð at hava sama týdning fyri meg - at Jesus bleiv føddur, men rennaríið og stressið uppundir jólini gera, at tað, sum tað handlar um, ofta kemur í aðru røð, tíverri, sigur Jens Sivar Djurhuus.











