Hvar verða jólini hildin í ár?
- Jólini verða hildin eitt sindur blandað heima, heima hjá verforeldrunum og heima hjá foreldrum mínum.
Tað sigur Høgni Tausen.
Hvat verður etið um jólini?
- Vit eru rættiliga siðbundin, tá tað kemur til jól. Jólaaftan eta vit klokkan 12, og tá verður tað ræstur fiskur og garnatálg, fyltur saltaður sperðil og kókað spik. Omaná verður rísingreytur við mandlu í.
Høgni sigur, at um kvøldið verður ræstur bógvur í ovninum.
- Jóladag eru vit 24 fólk heima hjá verforeldrunum, har tað verður dunna við øllum tilhoyri. Um kvøldið verða hugnalig spøl og spurnarkappingum á skránni.
Og hann leggur aftrat:
- 2. jóladag verður øll familjan - 32 fólk tilsamans - heima hjá foreldrunum hjá mær, har vit eta ræst kjøt við sós og reyðkál, og her fáa vit eisini rísingreyt við mandlu í og hava ymiskan hugna um hvøldið við pakkaspæli og øðrum góðum.
Hevur tú eitt jólaynski?
- Jólaynskið hjá mær er, at øll skulu hava eini gleðilig jól.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Jólini hava stóran týdning fyri meg og familjuna. Vit hava tvey børn, 14 og fimm ár, og tað er einastandandi stuttligt at síggja, hvussu nógv serliga yngra barnið gleðir seg til jólar.
At enda sigur Høgni Tausen, at tey um jólini royna bara at slappa av og njóta hugnaligu samveruna.











