Enski føroyavinurin, ið umsitir Youtube-rásina, Faroeball viðger føroyskan fótbólt á ein øðrvísi og hugfarsligan hátt.
Her við ársenda hevur Faroeball lagt út eina sending á Youtube, har víst vera nøkur av bestu málum, ið skotin eru í Betrideildini 2025. Afturvið hoyrast frásagnir hjá ídnu frásøgumonnunum hjá Televarpinum.
Tó við sendingarbyrjan síggjast eisini nøkur av teimum mest kloddaligu málunum í Betrideildini 2025.
HER ber til at síggja og hoyra seinastu sendingina frá Faroeball við nógvum flottum málum frá farna kappingarárinum:
##med2##











