Elin Ludvig er stjóri í Dugna. Mynd: Álvur Haraldsen

Kærleikskúlan fer í søguna

Í samband við at Dugni fyllir 70 ár í ár, vilja tey á Dugna geva føroyingum eina serstaka gávu

 

Elin Ludvig er stjóri í Dugna. Mynd: Álvur Haraldsen

Síðan 2009 hevur Dugni í tøttum samstarvi við nøkur av okkara mætastu listafólkum framleitt tær sermerktu kærleikskúlurnar. Hvør kúla hevur borið eina søgu um skapan, felagsskap og virði.

 

- Nú er avgerð tikin um at steðga framleiðsluni eftir 17 góð og gevandi ár.

 

Á Dugna siga tey, at sølan og eftirspurningurn hava verið minkandi seinastu árini. Marknaðurin tykist vera mettaður, og tí er torført at fáa tað at bera seg fíggjarliga.

 

- Vit eru sera takksom fyri ta stóru undirtøkuna, sum kærleikskúlan hevur fingið gjøgnum árini.

 

Á Dugna veita tey eina hjartans tøkk til øll listafólkini, sum hava lagt sítt skapandi arbeiði í verkætlanina.

 

- Sølubúðirnar, ið hava stuðla okkum við at selja kærleikskúlur og ikki minst til øll tykkum, sum hava keypt kærleikskúlur og verið við til at gera hesa verkætlanina til tað, hon hevur verið.

 

##med2##

 

Tilsamans eru 17 ymiskar kærleikskúlur komnar til vega. Nakrar eru útseldar, men Dugni hevur framvegis fleiri á goymslu. 

 

Í samband við at Dugni fyllir 70 ár í ár, vilja tey á Dugna geva føroyingum eina serstaka gávu.

 

- Gávan er, at vit restina av árinum selja tær kærleikskærleikskúlur, sum eru eftir, fyri helvtar prís, siga tey á Dugna í tíðindaskrivi.

 

Elin Ludvig er stjóri í Dugna. Mynd: Álvur Haraldsen