Í Alberta hava meira enn 300.000 fólk skrivað undir eitt borgarauppskot um loysing frá Canada. Nú verður vegleiðandi fólkaatkvøða hildin í oktober. (Savnsmynd)

Kanadiskur landslutur skal atkvøða um loysing

Veljarar í oljuríka kanadiska landslutinum Alberta skulu í oktober taka støðu til, um landsluturin framvegis skal vera partur av Kanada.

Í Alberta hava meira enn 300.000 fólk skrivað undir eitt borgarauppskot um loysing frá Canada. Nú verður vegleiðandi fólkaatkvøða hildin í oktober. (Savnsmynd)

Tað upplýsti guvernørurin í Alberta, Danielle Smith, í nátt lokala tíð.

Atkvøðugreiðslan verður vegleiðandi, og sjálvt um meirilutin skuldi atkvøtt fyri loysing, fer Alberta ikki sjálvvirkandi úr Kanada.

Í staðin má stjórnin í Alberta seta í gongd eina lógarbundna tilgongd, sum kann leiða til eina bindandi fólkaatkvøðu um sjálvstýri seinni.

Sambært loysingarrørsluni í Alberta verður landsluturin ofta skúgvaður til viks av politikarunum í kanadiska tjóðartinginum.

Meira enn 300.000 fólk hava skrivað undir eitt borgarauppskot um sjálvstýri, og tað hevur fingið stjórnina at boða frá fólkaatkvøðuni.

 

 

 

 

Í Alberta hava meira enn 300.000 fólk skrivað undir eitt borgarauppskot um loysing frá Canada. Nú verður vegleiðandi fólkaatkvøða hildin í oktober. (Savnsmynd)