Liðið hjá Hanusi Sørensen, Triglav Kranj spældi fyrr í dag seinasta dystin hetta kappingarárið í næstbestu slovensku fótbóltsdeildini.
Hanus kom á vøllin miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá Triglav á útivølli leikti javnleik 1-1 móti Nafta, ið hevði tryggjað sær beinleiðis uppflyting til bestu deildina, um teir høvdu vunnið á Triglav.
Í 77. minutti fekk Luka Kambič heimaliðið á sigurskós, men bert tveir minuttir seinni spilti Tihomir Maksimovic uppflytingarveitsluna hjá Nafta, tá hann javnaði til 1-1. Brinje Grosuplje gagnnýtti, at Nafta snávaði á heimavølli. Teir vunnu á útivølli 1-0 á Bilje, og fóru avstað við fyrsta plássinum, og vunnu sær tískil beinleiðis uppflyting til bestu deildina.
Grosuplje og Nafta endaðu bæði á 75 stigum, men Grosuplje hevur betri málmun. Nafta má tí spæla røkkstøkk dystir móti Primorje úr bestu deildini um rættin at spæla í bestu deildini komandi kappingarár.
Triglav Kranj endaði á triðja plássinum við 64 stigum, og teir vóru sostatt rættiliga langt frá oddinum í deildini.











