Kappróðurin er útsettur

At Smyril er seinkaður ber við sær, at kappróðurin er útsettur í ein hálvan tíma

Ársins fyrsti FM kappróður verður seinnapartin. Tað er norðoyastevna í Klaksvík, og nú boðar Róðrarsamband Føroya frá, at kappróðurin er útsettur ein hálvan tíma. Tað kemst av, at Smyril er seinkaður í ein hálvan tíma.

 

Fyrsta flaggtíðin var ásett at vera klokkan 12.55 og starttíð klokkan 13.00. Nú eru tíðirnar settar at vera ávikavíst klokkan 13.25 og 13.30.