Kasper Schmeichel hevur avgjørt at gevast sum yrkisleikari eftir álvarsaman akslaskaða. (Savnsmynd) Foto: Craig Brough/Ritzau Scanpix

Kasper Schmeichel gevst við fótbólti

Danski málverjin Kasper Schmeichel hevur avgjørt at gevast sum yrkisleikari.

Kasper Schmeichel hevur avgjørt at gevast sum yrkisleikari eftir álvarsaman akslaskaða. (Savnsmynd) Foto: Craig Brough/Ritzau Scanpix

Tað sigur hann í samrøðu við TV 2 Sport, har hann greiðir frá, at álvarsama akslaskaðin hevur gjørt enda á yrkisleiðini.

– Eg havi hugsað nógv um hetta, men eg meti, at nú er rætta løtan komin, sigur 39 ára gamli Schmeichel.

Hann gevst endaliga, tá sáttmálin við skotska stórfelagið Celtic gongur út í summar.

Schmeichel hevur ikki spælt síðani 22. februar, og longu í mars segði hann, at vandi var fyri, at hann hevði spælt sín seinasta dyst. Síðani hevur hann verið hjá serfrøðingum og skurðlæknum, sum hava sagt honum, at hann helst ikki sleppur aftur á hægsta støði.

Skaðin stavar upprunaliga frá einum landsdysti móti Portugal í fjør, men hann fekk skaðan aftur í februar. Sambært Schmeichel er skaðin vorðin verri, tí eisini biceps (navn á stóra kreppivøddanum oman alboga og í læri) hevur fingið skaða.

Kasper Schmeichel hevur havt eina drúgva og sera framúr fótbóltsleið. Hann hevur spælt fyri feløg sum Leicester, Nice, Anderlecht og Celtic.

Serliga tíðarskeiðið í Leicester verður roknað sum søguligt. Í 2016 vann felagið óvæntað enska meistaraheitið, og í 2021 vann Leicester eisini FA Cup við Schmeichel í málinum.

Við Celtic hevur hann vunnið skotska meistaraheitið tvær ferðir, seinast í hesum kappingarárinum.

Á danska landsliðnum hevur Kasper Schmeichel verið ein av størstu profilunum í nógv ár. Hann er skrásettur fyri 120 landsdystir og hevur verið tryggur fyrstamálverji hjá Danmark í fleiri endaspølum.

 

Kasper Schmeichel hevur avgjørt at gevast sum yrkisleikari eftir álvarsaman akslaskaða. (Savnsmynd) Foto: Craig Brough/Ritzau Scanpix