Loftferðslumyndugleikarnir í Katar kunngjørdu í dag, at teir nú aftur byrja at loyva útlendskum flogfeløgum at lenda á landsins høvuðsflogvølli.
Sambært AFP-tíðindastovuni er hetta fyrstu ferð, at hetta loyvi verður givið, síðan USA og Ísrael lupu á Iran, og Miðeystur gjørdist rakt av kríggi.
Katar stongdi loftrúmið, tá USA og Ísrael lupu á Iran hin 28. februar, og Qatar Airways byrjaði at flúgva aftur hin 7. mars.
Nú verður so eisini givið útlendskum flogfeløgum loyvi at lenda á landsins høvuðsflogvølli.
Loftferðslumyndugleikarnir í Katar siga, at upplatingin hendir eftir umfatandi metingar av støðuni, og tey leggja dent á, trygdin altíð hevur hægstu raðfesting.










