Tað hendir av og á, at fólk vera dripin av hávi í Avstralia, og í dag hevur aftur ein slík syrgilig hending verið í útsynningspartinum av landinum.
Tað veit løgreglan í økinum at siga, og tað er tíðindastovan NTB, sum endurgevur.
Í hesum førinum var tað ein kavari í 30-árunum, sum varð álopin av einum 4,5 metrar longum hávi.
Álopið hendi í Michaelmas Island, sum er ein oyggj nærindis avstralska býnum, Albany, har vesturi í landinum.
Maðurin doyði av løstunum, hann fekk í álopinum í dag.
Í mai doyði eisini ein 39 ára gamal maður, eftir at hann varð álopin av hávi, tá hann var á veiðiferð við Great Barrier Reef.
Álopið, sum hendi tí 39 ára gamla, hendi bert 10 dagar eftir, at ein 38 ára gamal maður varð álopin av hávi við eina oyggj út fyri Perth.
NTB veit at siga, at umleið 20 hávaálop henda í Avstralia um árið, men tað eru fleiri, sum sleppa við lívinum sambært náttúruverndarfelagsskapum í økinum.
- Tað eru nógv fleiri, sum drukna við strendurnar í Avstralia enn tey, sum doyggja í hávaálopi, veit tíðindastovan at siga.











