Tað upplýsir verjin hjá Høiby, Petar Sekulic, fyri norska miðlinum TV2.
Í fyrstu syftu hevði norska løgreglan sýtt fyri umbønini, men sambært verjanum hevur Kriminalomsorgin síðani funnið eina loysn, so Høiby kann luttaka á fundinum.
Fríggjadagin kom fram, at krúnprinsessan er sett á skundlista til lungatransplantatión.
Tað upplýsti norska kongshúsið í eini fráboðan frá serlækna á Rikshospitalinum í Oslo.
Sambært læknanum Are Holm er gongdin í sjúkuni álvarslig, og tí er krúnprinsessan nú sett á bíðilistan til transplantatión, so skjótt eitt hóskandi lunga verður tøkt.
Sjúkan, sum Mette-Marit stríðist við, er lungnafibrosa. Sambært norsku tíðindastovuni NTB verða sjúklingar vanliga ikki settir á hendan listan, fyrr enn mett verður, at væntaða livitíðin uttan transplantatión er eitt til tvey ár.
/Ritzau/











