Sætta tapið fyri Estlandi er veruleiki

Triðu ferð á rað taptu Føroyar ein dyst í Baltic Cup

Føroyar skulu mánadagin klokkan 13 spæla um triðja plássið í Baltic Cup í Estlandi. Dysturin verður móti Lettlandi, ið tapti 4-5 (1-1) fyri Litava aftaná brotssparkskapping.

 

Føroyar taptu í dag triðja dystin á rað í Baltic Cup. Í dag taptu okkara í Pärnu í Estlandi 0-1 fyri vertstjóðini, ið skal spæla finalu móti Litava.

 

Áleyparin, Tony Varjund skoraði sigursmálið í 66. minutti aftaná eitt gott estiskt álop, har Tony Varjund setti føroyska verjuna av við einari góðari skotfintu, og sendi bóltin í stongina og inn til 1-0.

 

Føroyska liðið kom ikki til so nógvar málmøguleikar í fyrra hálvleiki. Tó hevði Árni Frederiksberg eina sera góða roynd útifrá, ið fór beint uppum estiska málið.

 

Beint áðrenn Estland legði seg á odda, og aftaná estar høvdu tikið leiðsluna komu okkara fram til møguleikar, men síðsti neyvleikin var ikki til staðar, og tað eydnaðist ikki at javna til 1-1 og harvið fáa eina brotssparkskapping. 

 

Føroyska verjan stóð seg í tí stóra og heila væl, og í mun til 1-4 tapið fyri Estlandi í Baltic Cup á La Coq leikvøllinum í Talinn fyri júst tveimum árum síðani, so var avrikið móti Estlandi í dag munandi frægari.

 

Estar høvdu bóltin 58 prosent av tíðini, men annars vóru hagtølini viðv. royndum á máli hjá mótstøðuliðnum, hornaspørk rættiliga jøvn. 

 

Vøllurin í Pärnu var ikki av fremstu góðsku, og tað hjálpti avgjørt ikki føroysku leikarunum. 

 

Føroyar hava nú í níggju A-landsdystum móti Estlandi tapt seks dystir, vunnið tveir og leikt ein javnan. So Estland hevur í løtuni takið á Føroyum. 

 

Nú má føroyska liðið fara eftir sigrinum í dystinum um triðja plássið, og royna at fáa fyrsta sigurin í Baltic Cup til høldar. Í 2024 taptu Føroyar 0-1 fyri Lettlandi í dystinum um triðja plássið í Baltic Cup. 

 

Estland-Føroyar 1-0 (0-0) - Hálvfinala í Baltic Cup í Pärnu í Estlandi

 

1-0 Tony Varjund (66.)

 

Føroyar: Bárður á Reynatrøð, Samuel Chukwudi, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen (L) (82. Jann Benjaminsen), Jóannes K. Danielsen (82. Páll A. Klettskarð), Brandur H. Olsen (46. David Geza Turi), Jákup B. Andreasen (82. Noah Mneney), Martin Agnarsson, Árni Frederiksberg (82. Jóannes Bjartalíð), Petur Knudsen (62. Adrian R. Justinussen), Hanus Sørensen (62. Áki D. Samuelsen).

 

Gult kort: Jákup B. Andreasen

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Ari í Haraldstovu Petersen, Silas Eyðsteinsson, Arnbjørn Svensson, Gullbrandur Øregaard, Ari Olsen

 

Venjari: Eyðun Klakstein. Hjálparvenjari: Atli Gregersen.

 

Dómari: Kristaps Ratnieks (Lettland).