Í annaðkvøld klokkan 18.30 byrjar seinni dysturin í triðja undanumfarinum í Europa League millum KÍ og Lech Poznan úr Póllandi.
Lech Poznan hevur eina 1-0 leiðslu við sær frá fyrra dystinum.
Vegna fútaforboð verður dysturin ikki spældur á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík, men á Tórsvølli.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
Tað verður ein royndur altjóða dómari úr Kroatia, ið skal leiða uppgerðina millum KÍ og Lech Poznan.
Talan er um 40 ára gamla Igor Pajač. Hann hevur verið altjóða dómari síðani 2018, og hann hevur dømt 62 altjóða dystir í UEFA-høpi.
So dysturin millum KÍ og Lech Poznan skuldi verið í góðum hondum.
KÍ (FRO) vs. LECH POZNAŃ (POL)
Dómari: Igor Pajač CRO
Hjálpardómari 1: Bojan Zobenica CRO
Hjálpardómari 2: Ivan Mihalj CRO
Fjórði dómari: Patrik Pavlešić CRO
VAR dómari: Ivan Bebek CRO
VAR hjálpardómari: Tihomir Pejin CRO
UEFA dómaraeygleiðari: David Malcolm NIR
UEFA umboð: Helen Conley ENG











