Kjartan og liðfelagarnir taptu á heimavølli

Vendsyssel er fjórðaftast

Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Vendsyssel eru ikki heilt leysir av niðurflytingarvandanum enn í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. Teir eru fjórðaftast í deildini við 15 stigum. Teir eru seks stig omanfyri niðurflytingarstrikuna nú Vendsyssel hevur fýra dystir eftir at leika.

 

Vendsyssel tapti í kvøld á heimavølli 24-29 fyri Kolding, ið var á odda 19-15 í steðginum. 

 

Kjartan skoraði trý mál fyri heimaliðið.

 

Í morgin klokkan 15 spælir liðið hjá Leivi Mortensen og Jónasi G. Djurhuus, HC Keypmannahavn dyst á heimavølli móti Odder. Vinnur HC Keypmannahavn eru teir fýra stig aftanfyri Vendsyssel, og tá hava bæði liðini fýra dystir eftir at leika.