Konsertin er við 3. árs næmingum á klassisku deild á Musikkskúlamiðnámi. Musikkskúlamiðnám er ein 3-ára útbúgving, sum Tórshavnar Musikkskúli bjóðar til næmingar, ið hava áhuga í tónleiki og ynskja at menna síni tónleikaligu evni, bæði í at framføra og skapa tónleik.
Konsertin er ókeypis.
Tey, ið framføra eru:
Ásgerð Stenberg Olsen, tvørfloyta
Poulina Bjarnastein Restorff, viola
Rebekka Lindudóttir Olsen, obo
Sólja Ellen Rye, violin
Mattias Dimitris Kapnas, klaverfylgispæl












