Kjósin eigur fremsta plássið

Kappróður 5-mannafør gentur 17 – 18 ár: Aftur í dag var Spógvin eina løtu við í kappingini um fremsta plássið

Mynd: kvf.fo skíggjamynd

Søgan endurtók seg á Vágsfirði, sum er kend frá fyrr í summar. Í fjør var tað Kjósin úr Kollafirði, sum vann FM, og eftir róðurin í Vági í dag er Kjósin stórfavorittur at endurvinna FM heitið.

 

Í startspurtinum hevði guli Spógvin av Glyvrum hug at bjóða av, og eftir startspurtin var tað eingin munur millum Spógvan og Kjósina.

 

Men so gekk tað soleiðis, sum tað hevur gjørt fyrr í ár, og sum tað gekk í fjør. Kjósin dró skjótt frá, og so øktist munurin støðugt, og tá ið Kjósin fór um málið, vóru tað næstan átta sekund og harvið tað mesta av trimum bátslongdum aftur til næsta bátin.

 

Spógvin var hálva aðru bátslongd undan Títlingi hjá Havnar Róðrarfelag.

 

Royndin Fríða úr Vági legði heilt bragdliga fyri og sá á fyrstu metrunum út til at ætla sær at vera við í kappingini. Men so gekk orkan undan, og tað eydnaðist teimum í heimasjógvi bara at halda Teistan av Argjum aftanfyri seg.

 

##med2##

 

 

 

Mynd: kvf.fo skíggjamynd