Kjósin vann í heimasjógvi

5-mannafør gentur 17 – 18 ár: Fýrverk varð skotið, nú bátur úr Kollafirði vann á sundalagsstevnu í Kollafirði

Tað er rár hending, at bátur úr Kollafirði vinnur í kappróðri í Kollafirði. Men soleiðis var tað í dag.

 

Tað vóru fýra bátar við í kappingini millum eldru gentubátarnar, og tað var eingin ivi um, umborð á hvørjum báti stinnasta manningin sat.

 

Kjósin úr Kollafirði vann á norðoyastevnu í Klaksvík, og í dag vann Kjósin í Kollafirði aftur dyggan sigur. Kjósin legði seg beinanvegin á odda, og tá ið tær úr Kollafirði fóru um málið vóru tað tríggjar bátslongdir aftur til næsta bátin, sum var Spógvin av Glyvrum.

 

Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at bátur úr Kollafirði hevur vunnið hesa kappingina á sundalagsstevnu í Kollafirði, og tað varð fagnað við fýrverki.

 

 

 

5 MF GENTUR 17-18 ÁR

 

Nr BátanavnTíðMunurStigKort
1 Kjósin (KÍF)05:24.35+00.007 
2 Spógvin (NSÍ)05:33.21+08.866 
3 Títlingur (HR)05:37.02+12.675 
4 Teistin (AR)05:52.10+27.754

 

 

 

1 Kjósin (KÍF)14 
2 Spógvin (NSÍ)12 
3 Títlingur (HR)10 
4 Teistin (AR)4 
5 Royndin Fríða (VK)4