Klaksvíkingar bestir á norðoyastevnu

10-mannafør: Bátarnir úr Norðoyggjum syrgdu fyri so góða reklamu fyri kappróðrinum, sum tað ber til

Ofta hevur tað kiksað hjá Klaksvíkingi á norðoyastevnu. Eisini tá ið tað tey seinnu árini er eydnast óføru klaksvíkingunum at vinna FM.

 

Í dag var tað frá startspurtinum lítil og eingin ivi um, at tað fóru at verða klaksvíkingar, sum fóru at vinna. Tað vóru bara tríggir bátar við í kappingini millum 10-mannaførini, og tá ið Norðingur ikki fekk heilt so góðan start, sum hinir báðir bátarnir fingu, so var tað greitt, at stríðið um sigurin var millum Klaksvíking og Nólsoyar Páll, sum er gamli Klaksvikingur, og sum teir, sum í fjør umborð á Nevinum Reyða vunnu FM í kappingini millum 8-mannafør, nú manna.

 

Nólsoyar Páll var beinanvegin undan í startspurtinum. Hann vann ein hálvan skut og kanska reiðiliga tað. Men Klaksvíkingar slepti ongantíð. Tó sóu teir á Nólsoyar Páll út til at vera so mikið drúgvir, at teir f+oru at vinna. Men so var ikki.

 

Í endaspurtinum var Klaksvíkingur eitt vet dyggari, og tað bar við sær, at Klaksvíkingur var stavnin og lítið meir undan, tá ið bátarnir fóru á mál, og Norðingur var eina bátslongd aftari.

 

 

 

1 Klaksvíkingur 04.39.18

 

2 Nólsoyar Páll 04.39.31

 

3 Norðingur 04.42.22