Klaksvíkingur spurtaði seg til sigur

Kappróður 10-mannafør: Norðingur og eisini Nólsoyar Páll syrgdu fyri, at talan var um sannan kappróður

Mynd: kvf.fo skíggjamynd

Tað var aftur sera góð reklama fyri veruligan kappróður, tá ið 10-mannaførinum í góðum róðrarlíkindum og regni á Vágsfirði spentu seg út.

 

Sum undanfarnu ferðirnar vóru tað bara bátar úr Norðoyggjum, sum kappaðust. Norðingur hjá teimum í Norðdepli og Hvannasundi og so teir báðir bátarnir hjá Klaksvíkar Róðrarfelag Nólsoyar Páll og Klaksvíkingur.

 

Fyri triðju ferð í ár vann Klaksvíkingur, men kappingin var størri og øðrvísi, enn hon hevur verið undanfarnu ferðirnar, og hóast Klaksvíkingur hevur fult stigatal og er stórfavorittur at endurvinna FM heitið, so kann tað væl hugsast, at annar av hinum bátunum hevur møguleika at vinna onkran av teimum fýra róðrunum, sum eru eftir, áðrenn tað á ólavsøku verður sett punktum fyri hetta róðrarárið.

 

Norðingur leyp avstað, og Norðingur var fremstur stóran part av teimum 1000 metrunum. Leiðslan var alla tíðina heilt tepur. Onkra løtuna vóru Klaksvíkingur og Norðingur stavn um stavn, so datt Klaksvíkingur ein fót ella so aftur, so svaraði Klaksvíkingur aftur og hevði hug at taka Norðingin, og soleiðis skifti tað.

 

Klaksvíkingur fór fyrstur undir endaspurtin, og tá eydnaðist tað at stinga stavnin og rongina undan Norðinginum og hjá Klaksvíkingi at vinna fyri triðju ferð á rað.

 

Í hinum borðinum var Nólsoyar Páll. Hann var eina góða løtu tað mesta av einari bátslongd aftari, men í endaspurtinum royndist Nólsoyar Páll ógvuliga væl. Tað gekk honum so væl í endaspurtinum, at munurin fram til Norðing var lítil.

 

##med2##

 

Mynd: kvf.fo skíggjamynd