Tað er ikki óvanligt, at kommunur bjóða lærupláss innan skrivstovuyrkið, og tað kemur eisini meira enn so fyri, at kommunur bjóða lærupláss innan handverksyrkið.
- Vit hava fleiri bygningar at halda, eitt nú skúlar við svimji- og fimleikahøll, barnagarðar, skrivstovubygning, brandstøð, verkstað og fleiri aðrar smáar bygningar.
Soleiðis siga tey í Sunda kommunu, sum nú lýsa efitr tveimum húsavarðalærlingum.
Í kommununi hava tey eisini ein grønan orkupolitikk, sum arbeitt verður miðvíst við.
- Húsavørðurin er andlit og hendur hjá Sunda kommunu úteftir. Hann hevur nógv samskifti við aðrar handverkarar og onnur starvsfólk hjá kommununi.
Víst verður á, at húsavørðurin vanligar ger ábøtur og smærri umvælingar av bygningum.
- Tá størri umvælingar skulu gerast, samskipar húsavørðurin hetta við aðrar handverkarar, siga tey í Sunda kommunu.
Lagt verður aftrat, at lærutíðin sum húsavørður er trý ár og niggju mánaðir og verður býtt millum lærutíð og uppihald á skúla í Danmark.
- Ynskiligt er, at tú byrjar skjótast møguligt ella eftir nærri avtalu, siga tey í kommununi, sum vísa á, at umsóknarfreistin er hin 20. mai.
Meira um henda lærumøguleika kann lesast á www.sunda.fo










