Føroysku kommunurnar komu munandi betur frá 2025 enn árinum fyri.
Tilsamans høvdu kommunurnar eitt hall á 40,4 milliónir krónur í 2025. Í 2024 var hallið 347,8 milliónir krónur, og talan er sostatt um eina betran á 307,4 milliónir krónur.
Tað vísir nýggja uppgerðin hjá Fíggjarmálaráðnum yvir kommunalu roknskapirnar.
Ein høvuðsorsøk til betraða úrslitið er, at kommunurnar brúktu 214,3 milliónir krónur minni til íløgur enn árið fyri. Samstundis vóru skattainntøkurnar 220,9 milliónir krónur hægri.
Raksturin vaks tó. Kommunalu rakstrarútreiðslurnar hækkaðu við umleið 117 milliónum krónum, meðan rentuútreiðslurnar vuksu 10,9 milliónir krónur.
Skatturin gav nógv meira enn væntað
Kommunurnar høvdu upprunaliga lagt fíggjarætlanir eftir einum halli á 169,9 milliónir krónur í 2025. Veruliga úrslitið gjørdist sostatt 129,5 milliónir krónur betri enn mett.
Hetta komst fyrst og fremst av, at kommunurnar fingu 256,7 milliónir krónur meira inn í skatti enn væntað.
Hinvegin gjørdust bæði rakstrar- og løguútreiðslurnar hægri enn ætlað. Rentuútreiðslurnar vóru um tríggjar milliónir krónur lægri enn mett.
Rokna aftur við stórum halli
Hóast úrslitið batnaði munandi í fjør, rokna kommunurnar við einum størri halli í ár.
Fíggjarætlanirnar fyri 2026 vísa eitt samlað hall á 179,7 milliónir krónur. Tað er góðar 139 milliónir krónur meira enn staðfesta hallið í 2025.
Kommunurnar vænta millum annað, at rakstrarútreiðslurnar fara at vaksa 121,1 milliónir krónur. Løguútreiðslurnar skulu vaksa um seks milliónir, og rentuútreiðslurnar 7,4 milliónir krónur.
Runavík nærkast skuldarloftinum
Eingin kommuna hevði við árslok 2025 meira skuld enn loyvt.
Runavíkar kommuna lá tó á 93 prosentum av skuldarloftinum, meðan Klaksvíkar kommuna var komin upp á 87 prosent.
Skopunar, Eystur-, Sands og Fuglafjarðar kommuna vóru eisini omanfyri helvtina av skuldarloftinum. Hinar kommunurnar lógu undir helvtini, og nakrar kommunur høvdu onga nettoskuld.
Samanlagt verður fíggjarliga rásarúmið hjá kommununum mett til umleið 2,4 milliardir krónur.
Kelda: Fíggjarmálaráðið











