Geza David Turi fekk aftur í dag fulla spælitíð, tá hann og liðfelagarnir í Grimsby Town á heimavølli tóku ímóti Fleetwood Town í dysti í League Two.
7.067 áskoðarar á Blundell Park leikvøllinum sóu Grimsby og Fleetwood leika javnt 2-2.
Fleetwood legði seg á odda longu í sætta minutti. Í 37. minutti var Geza við í uppspælinum, tá Cian Doyle javnaði til 1-1 úr stuttari frástøðu.
Tá 64 minuttir vóru leiktir hevði Geza eina ótrúliga góða fríspæling til Andy Cook, ið tók av og legði heimaliðið á odda 2-1. Fimm minuttir seinni javnaði Fleetwood til 2-2.
Grimsby hevur fimm stig fyri tríggjar dystir.
Týskvøldið klokkan 19.45 spælir Grimsby dyst á útivølli móti Accrington Stanley.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Grimsby Town-Fleetwood Town 2-2 (1-1):
##med2##











