Kongarnir úr Klaksvík bestir í Kollafirði

10-mannafør: Í dag var tað Norðingur, sum var næstfyrstur á mál

Á norðoyastevnu eydnaðist tað akkurát Klaksvíkingi at taka sigurin frá hinum bátinum úr Klaksvík. Tá var Nólsoyar Páll fremstur fram ímóti málinum, men í síðstu tøkunum legði Klaksvíkingur seg á odda og vann.

 

Í dag vendi tað øðrvísi. Klaksvíkingur sprakk avstað, og Klaksvíkingur var fremstur allan teinin. Leingi var Nólsoyar Páll Klaksvíkingi næstur, men Norðingur var treiskur, og tað eydnaðist Norðingi at taka Nólsoyar Páll.

 

Í endaspurtinum sá tað út til, at Norðingur hevði hug at draga eitt sindur inn á Klaksvíking. Tað komst av, at teir á Norðingi fóru fyrr undir endaspurtin, men tað eydnaðist á ongan hátt hjá Norðingi at hótta Klaksvíking, sum var fremstur frá startskotinum, og sum fór fyrstur um málstrikuna.

 

0 MF

 

Nr BátanavnTíðMunurStigKort
1 Klaksvíkingur (KRF)04:23.22+00.007 
2 Norðingur (NHR)04:24.42+01.206 
3 Nólsoyar Páll (KRF)04:25.49+02.275

 

 

 

1 Klaksvíkingur (KRF)14 
2 Norðingur (NHR)11 
3 Nólsoyar Páll (KRF)11