Kongshjúnini vitja í Grønlandi

Eftir eina lítla seinking eru kongshjúnini komin í øllum góðum í land í Grønlandi, har tey eru byrjað sína vitjan.

Fríðrikur kongur og Mary drotning lendu í morgun  á Pituffuk flogvøllinum í Grønlandi og eru sostatt farin undir fyrstu almennu vitjan sína vitjan í landinum sum kongshjún.

Tað skrivar grønlendski miðilin KNR.

Í átta dagar fara hjúnini at vitja fleiri partar av landinum.

Á flogvøllinum tóku millum annað Muté B. Egede, landsstýrisformaður, ríkisumboðsmaðurin og onnur úr almenna Grønlandi ímóti kongshjúnunum, skrivar KNR.

Harumframt møttu sambært fjølmiðlunum fleiri borgarar upp at ynskja donsku kongshjúnunum vælkomnum. Tey vóru klár við fløggum, hóast parið var seinkað nakað vegna illveður á vesturstrondini.

 

Fríðrikur kongur var í bláum anorakki, meðan Mary drotning var í svørtum og var í beige jakka. Tað vísa myndir á KNR.

 

Hjúnini byrja vitjanina í norðara parti av Grønlandi. Her fara tey at vitja norðasta býin í Grønlandi, Qaanaaq - fyrr nevndur Thule - har kongurin byrjaði og endaði sína Sirius-ferð í 2000.

 

Hjúnini skulu so sigla við kongsskipinum "Dannebrog".

 

Harumframt skulu tey millum annað luttaka í renning, sum minnir um kongaligu renningina Royal Run. Tað verður seinnapartin sunnudagin, tá Frederik kongur fer at byrja renningina í Qeqertarsuaq fyri allar íbúgvar í oynni.

 

Renningin eitur Qeqertarsuaq-renningin, Familjumílin.

 

Hjúnini eru í Grønlandi frá leygardegnum 29. juni til leygardagin 6. juli.

 

/ritzau/

 

Í dag byrjaðu Fríðrikur kongur og Mary drotning vitjanina í Grønlandi, har tey skulu vera í átta dagar. Tað er teirra fyrsta almenna vitjan í landinum við nýggju kongaheitunum. (arkivmynd). - Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix