Kuwait skeyt amerikansk jagaraflogfør niður av óvart

Loftverjan í Kuwait hevur skotið trý amerikansk jagaraflogfør niður av óvart. Hetta hendi, tá Iran leyp á við flogførum, ballistiskum rakettum og dronum

Í morgun vita útlendskar tíðindastovur at siga, at trý amerikansk jagaraflogfør eru dottin niður yvir Kuwait, eftir at verjan í Kuwait hevur rakt tey við sínum loftverjurakettum.

 

Amerikanska loftverjan váttar eisini tíðindini.

 

Talan er um trý F-15E Strike Eagles, sum vóru partur av amerikanska-ísraelska hernaðarliga átakinum móti Iran, rópt Operation Epic Fury.

 

Sagt verður, at hendingarnar fór fram yvir Kuwait undir iranskum álopum við flogførum, ballistiskum rakettum og dronum, veit Ritau at siga fyrrapartin.

 

Sum skilst, fingu flogskipararnir skotið seg út úr amerikansku jagaraflogførunum, áðrenn tey duttu niður.